Teldupost bústaður bjarni@bjarnanet.fo
Telefon nummar +298 23 65 65
Vælkomin til BjarnaNet
Vit veita net loysnir til øll endamál.
Vælkomin til BjarnaNet
Vit veita net loysnir til øll endamál.

Kom á, ver á!

Tørvurin fyri internet sambandi hevur ongantíð áður verið so høgur sum hann er nú. Tað gerst alsamt meira vanligt at fólk hava bæði teldu, snildfon og teldil við hús, sum øll verða brúkt til at fáa atgongd til internetið. Ikki er tað gott nokk longur at hava internet samband í stovuni. Nú er neyðugt at hava samband við umheimin í køkinum, kømrunum, vaskihjallara og ja, sjálvt undir brúsuni.


Økta nýtslan av internetinum hevur havt við sær, at fleiri og fleiri tænastur gerast til taks á netinum. Vit kunnu í dag gera øll banka ørindir, innkeyp og mangt annað á netinum. Sjálvt sjónvarp og útvarp verður stroyma av netinum.


Rákið seinastu tíðina hevur víst at tørvur er fyri internet sambandi til alsamt fleiri eindir, so sum sjónvarp, radio, køliskáp, kaffimaskinur, vaskimaskinur, turkitrumlur, garaguhurð, vindeygu, radiator, ljós regulering, vakmyndatól og mangt annað, er vaksandi. Fleiri av hesum tólum hava tørv á internetsambandi, fyri at eigarin av teimum kann tendra/sløkkja og so framvegis, hóast tey ikki eru við hús.


Tað er við hesum í huga at BjarnaNet bleiv stovnað. Vit ynskja at øll í Føroyum skulu hava eitt trygt, haldgott og støðugt internet samband í hvørjum króki til eitt og hvørt endamál. Vit ætla at kempa fyri hesum við øllum alvi.


Tí siga vit: Kom á, ver á!

Hoyr meira!

Set teg í samband við okkum í dag og

Afturmeldingar frá kundum