Teldupost bústaður bjarni@bjarnanet.fo
Telefon nummar +298 23 65 65

Um okkum

Eg, Bjarni Enghamar, endurstovnaði einstaklingafyritøkuna BjarnaNet 1. februar 2020. Endamálið við fyritøkuni er at bøta um upplivingina hjá fólki og virkjum á internetinum. Tørvurin fyri tráðleysum interneti um alt húsið er alsamt vaksandi. Í dag eru teldur, snildfonir og teldlar í nærum hvørjum rúmi. Tað sama er galdandi fyri fyritøkur. Flestu skipanir koyra á netinum í dag og tískil er ringt at ímynda sær ein arbeiðsdag, har ein ikki brúkar interneti í sínum arbeiði.

Eg havi drúgvar arbeiðsroyndir innanfyri økið. Í 2007 byrjaði eg í føstum starvi hjá Føroya Tele. Nærum allatíð síðan tá havi eg arbeitt innan hetta økið.